Bogi Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bogi Olsen er ein føroyskur rógvari úr Rituvík. Hann hevur kappast í føroyskum kappróðri í nógv ár, og hevur eitt nú vunnið FM við 10-mannaførum við Eysturingi. 29. februar 2016 gjørdist hann heimsmeistari í inniróðri í Boston í bólkinum fyri menn 40-49 ár, lættvekt. Hann vann við tíðini 6:28.8. Ein annar føroyingur, Jens Kristian Dam vann silvur í sama bólki við tíðini 6:34.7. Sarita Hansen gjørdist nummar fýra hjá kvinnum í opna bólkinum, eins og árið fyri.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]