Jump to content

Bob Marley

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tónleikarin og sangarin Bob Marley búði á Jamaika og var í 1970-árunum oddamaður í reggaetónleikinum.

Jamaikanski sangarin Bob Marley (f. 6. februar 1945 í Jamaika – d. 11. mai 1981 í Florida) gjørdi reggaetónleikin heimsgitnan.[1]

Robert Nesta Marley varð føddur 6. februar í 1945 í Nine Mile, Saint Ann á Jamaika. Hann gav sum 17 ára gamal út sítt fyrsta lag, "One Cup Of Coffee", men tað var ikki fyrr enn 10 ár seinni, at hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot. Bob Marley eigur ikki minni enn 13 børn. Og út av hesum 13 hava millum annað synirnir Ziggy Marley, Stephen Marley og Damian Marley fingið eina tónleikayrkisleið eins og pápin. Ziggy Marley er forsangari í bólkinum “Ziggy Marley and the Melody Makers”, har Stephen Marley eisini er við. Damian Marley er eisini reggaetónleikari. Seinasta ynski hjá Bob Marley var at doyggja á Jamaika millum vinir og familju, men hetta fekk hann tíverri ikki uppfylt. Bob Marley doyði av krabbameini á einum sjúkrahúsi í Miami, Florida. Hetta var 11. mai 1981.

Bob Marley tók undir við útsøgn og læruni hjá Haile Selassie viðvíkjandi rastafarilæruni.[2]

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Keldulisti

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið