Blindskrift

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Blindskrift er skriftmálið hjá blindum. Tað er ein føliskrift, sum verður lisin við fingrunum. Blind eru før fyri sjálvi at lesa ein tekst við blindskrift. Fraklendingurin Louis Braille fann upp á hesa skriftina síðst í 1820unum – altjóða heitið er tí Braille. Danska heitið "punktskrift" kemst av, at allir bókstavirnir, øll teknini og tølini verða gjørd úr einari grundmynd, sum er úr seks punktum, sum eru eitt sindur upp frá pappírinum. Blindskrift verður nýtt um allan heimin. Tað er altjóða avgjørt, hvør punktsamanseting umboðar bókstavir og tøl, men annars fylgir blindskriftin málinum í landinum. Ein blindur, sum ikki skilur og ikki dugir at lesa føroyskt, dugir heldur ikki at lesa og skilja føroyska blindskrift. Av tí at blindskrift fyllir nógv í mun til prentaðan tekst, verða ofta styttingar nýttar fyri ymisk orð og ymiskar setningar, og hetta er ymiskt frá einum landi til annað.