Blankskáli

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Blankskáli (Blankaskáli)
Bygd
Land  Føroyar
Sýsla Norðoyar
Oyggj Kallsoy
Kommuna Húsa kommuna
Íbúgvar 0 (2015)[1]
Postnummur -
Markatal -
Blankaskali on Faroe map.png

Blankskáli eisini nevd Blankaskáli æt bygd á suðurendanum á Kalsoy, út móti Leirvíksfirði, sum nú er avtoftað. Eftir herviligt skalvalop í 1809 flutti fólkið av Blankskála og búsettist á Syðradali, sunnast á eystursíðuni á Kalsoy. Bygdin varð avtoftað í 1816.

Sagnir[rætta | rætta wikitekst]

Har eru eisini nakran sagnir frá Blankaskáli. Her eru tær.

Frá Blankaskála[rætta | rætta wikitekst]

Úr Mittstovuni á Blankaskála fór ein maður ein dagin eini ørindi til Húsa. Ætlanin var hjá honum at verða aftur um kvøldið. Men hann kom ikki.

Leitað varð bæði leingi og væl av blankaskálamonnum og húsamonnum, men alt var til onga nyttu.

Eina tíð eftir, at maðurin var horvin, førdu blankaskálamenn prest frá bygd teirra og til Oyndarfjarðar. Tá ið teir komu norður fyri Líðarmunna, helt prestur fyri: “Her ganger et af vore Faar!”

Manningin spurdi tá prest, um tann, hann nevndi, og sum teir grunaðu mundi vera tann burturblivni blankaskálamaðurin, ikki kundi bjargast aftur. Jú, tað helt hann, men hann hevði nú verið so leingi burtur, at eingin gleði mundi vera at fáa hann aftur - best mundi vera, sum var.[2]

Gamli oyrarbóndin[rætta | rætta wikitekst]

Ein morgun, tá ið avtektsmaður Jógvan á Oyri vaknaði, spurdi hann, hvar mannfólkið var farið; tað var so kvirt inni, har annars plagdi at vera stórur gleimur. Kona son hansara, sum mist hevði mannin, og sum nú var uppafturgift við einum av Blankaskála, sum æt Jákup, svaraði honum, at teir vóru farnir til Tórshavnar tíðliga á morgni.

Jógvan grunaði við tað sama, hvørji ørindi tann tilkomandi festarin mundi hava í Tórshavn, og hann gjørdist í døpurhuga um, hvussu gangast skuldi sonarsoninum, um hann einki fekk av garðinum.

Einastu ráðini fyri at fyribyrgja hetta vóru at fara til Havnar alt í einum, so skjótt at Jákup ikki áðrenn hevði fingið útrættað síni ørindi hjá fútanum um festið. Men torført var at fylgja hesum ráðum, tí ikki var meira á Oyri av mannfólki enn til eina bátsskipan, og hon var øll á hesum morgni farin við Jákupi til Tórshavnar.

Hann mátti royna at fáa fatur í hvalvíkingar, so teir í bræði kundu koma honum til hjálpar.

Upp við liðina av tí staði, hvar oyrarmenn plagdu at glaða fyri grind í sundinum, kyndi hann bál.

Tá ið hvalvíkingar sóu, at glaðað varð á Oyri, fóru teir at skifta orð saman. Glaðan var ikki rættiliga har, hvar hon plagdi at vera, og vóru menn tí av ymiskum hugsanum um, antin tað var fyri grind ella ikki. Størsti parturin helt tó, at grindaboð mundu tað vera. So fóru átta væl útgjørdir menn avstað við báti yvir á Oyrar at frætta, hvar grindin var.

Jógvan stóð fyri teimum, tá ið teir komu til lands, segði teimum frá skilinum og spurdi, um teir ikki vildu gera so væl at flyta seg suður til Tórshavnar. Hann hevði altíð verið væl við hvalvíkingar, og teir játtaðu alt fyri eitt. Hann slapp sær so beinanvegin í bátin og bað teir rógva, so skjótt sum teir kundu.

Tá ið Jógvan kom til Havnar og hevði latið bátsskipanina fingið ein góðan dramm, fór hann beinanvegin niðan til fútans. Har uppi fann hann teir, Jákup og menn hansara, og festibrævið var nærum skrivað liðugt. - Jógvan segði so ørindi síni.

Fútin stóð og ivaðist eina stund, og blankaskála-Jákup byrjaði at siga ímóti orðum Jógvans.

Jú, segði fútin at enda (hann visti, at Jógvan var ríkur maður), um Jógvan vildi rinda 600 rbd. umframt festiútreiðslurnar, skuldi sonarsonurin fáa hálvan garðin.

600 rbd. var stórur peningur í teirri tíðini. Og Jógvan helt eitt sindur ímóti; helvtin av hesum peningi, helt hann fyri, mundi kortini vera góð dagløn fyri fútan. Men fútin helt upp á sítt, og Jógvan mátti ganga undir fútaboðini og gjalda honum teir 600 rbd.

Tá ið Jógvan bóndi fór út, var øðin komin í hann. Hann klamsaði hurðina aftur eftir sær og rópaði: “Fáur syrgir fútadeyða!”

“Ikki er fútin so bíligur sum tit," segði hann við hvalvíkingarnar, tá ið hann aftur fór til báts. Tá ið Jógvan kom aftur til Oyrar, stóð abbasonurin fyri honum á sleipistøðini at hjálpa abbanum úr bátinum.

“Gott, abbasonurin,” segði tann gamli. “Til løn fyri hetta havi eg eisini bæði fest og keypt tær hálvar Oyrar.” Soleiðis fór Oyragarður í helvt.[3]

Kambsrisin[rætta | rætta wikitekst]

Kambsrisin búði í Kaldbakshaga. Hann gjørdi seg einaferð til at fara í Norðuroyggjar. Av Gøtunestindi ætlaði hann at leypa yvir á Kalsoyargalv; annar fóturin kom á helluna vestan fyri Foringaklett við Galvsrætt, sporið eftir honum stendur har enn tann dag í dag og skal vera so stórt sum leggstaðið eftir einum seyð. So illa bar til, at hann var um at fara bakleiðis á sjógvin. Fyri at handa sær, tók hann í hvørjumegin fjallið oman fyri Galvin. Har er nú ein klettur, sum verður kallaður Risahøvdið.

Men hvat hendi ikki! Kalsoyggin rivnaði, tá ið hann best hevði fingið hendurnar fyri seg - ein riva kom á hvørjumegin fjallið og gekk líka niður ígjøgnum og er blivin til tvær gjáir. Gjógvin eystanfyri kallast Nesgjógv, og hin vestanfyri verður nevnd Rættargrøv.

Tá ið Kalsoyggin sveik og tók á at rivna, misti kambsrisin tak í hana, og hann fór eftir rygginum í Leirvíksfjørð. Andøvsíðan, ið gongur í útnyrðing fram við Kalsoynni, fekk tá fatur í hann og beindi fyri honum.

Tað var missur í einum slíkum menni![4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo
  2. Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933
  3. Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933
  4. Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933
Syslur of the Faroe Islands.png Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana