Jump to content

Blákrossungdómur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Blákrossungdómur, stytt BKU, er ein føroyskur ungdómsfelagskapur, ið starvast undir Bláa Krossi Føroya.

Endamálið er at stuðla ungum í kristnum felagsskapi, í rúsfríari lívsførslu og fyribyrgja rústrupulleikum. Hetta verður gjørt við upplýsing, fundum, legum og øðrum tiltøkum. BláKrossUngdómur er eisini at finna í hesum londum: Noregi, Svøríki, Týsklandi og Sveis. Blákrossungdómur hevur umleið 400 limir, og eru aktivir limir í Føroya Ungdómsráð.

Nevndin í 2014 er hendan[1]:

  • Dan Filip Smith Hammer, formaður
  • Sanna Kass, næstformaður
  • Jóhan Hansen, nevndarlimur
  • Sjúrður Steinhólm, nevndarlimur
  1. http://blakross.fo/default-bku/tiltok/skra/bku-nevndin.aspx[deyð leinkja]