Billy Joel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Billy Joel
A close-up of Joel smiling
Billy Joel í 2009.
Bakgrundskunning
Føðinavn William Martin Joel[1]
Fødd/ur (1949-05-09) mai 9, 1949 (aldur 74)
Bronx, New York, USA.
Uppruni Hicksville New York, USA.
Sjangrur Rokktónleikur[2]
Størv Tónleikari, Singer-songwriter, Tónaskald
Ljóðføri Sangur, Klaver, Gittari, Harmonika
Ár virkin 1965–nú
Plátufeløg Columbia Record, Family Productions, Sony Classical
Luttøka við øðrum The Echoes, Hassles, Attila, Billy Joel Band
Heimasíða billyjoel.com
Týðandi ljóðføri
Steinway Grand Piano,[3] Hammond organ, Baldwin Piano,
Gibson Les Paul gittari,
Gibson Les Paul Junior gittari,
Minimoog

William Martin "Billy" Joel, føddur 9. mai 1949, er ein amerikanskur tónleikari, singer-songwriter og tónaskáld. Hann er mest kendur fyri sangin "Piano Man" frá 1973, og hevur havt topp 40 sangir í 1970-árunum, 1980-árunum og 1990-árunum. Fløga hansara Greatest Hits Vol 1 & 2 er ein av best seljandi fløgunum í USA nakrantíð. Eisini hevur hann verið sætti best seljandi tónleikari í heiminum, og triðbesti seljandi tónleikari í USA.[4]

Hann hevur verið tilnevndur til Grammy-virðisløn 23 ferðir og vunnið seks ferðir. Billy var innlimaður inn í Songwriters Hall of Fame í 1992, Rock and Roll Hall of Fame í 1999, og the Long Island Music Hall of Fame í 2006. Í 2013 tók hann ímóti Kennedy Center Honors, ið er hægsti heiður eitt listafólk kann fáa í USA.

Billy Joel gavst, við fáum undantøkum at útgeva tónleik í 1993, men framførir framvegis løg síni á tónleikaferðum í USA og kring heimin.

Samstarv við Disney[rætta | rætta wikitekst]

Í 1988 lánti Billy Joel rødd sína til animeraða hundin Dodger í Disney filminum Oliver and Company. Har sang hann eisini opnunarsangin í filminum, ið kallaðist "Why Should I Worry".

Diskografi[rætta | rætta wikitekst]

Studio útgávur
  • Cold Spring Harbor (1971)
  • Piano Man (1973)
  • Streetlife Serenade (1974)
  • Turnstiles (1976)
  • The Stranger (1977)
  • 52nd Street (1978)
  • Glass Houses (1980)
  • The Nylon Curtain (1982)
  • An Innocent Man (1983)
  • The Bridge (1986)
  • Storm Front (1989)
  • River of Dreams (1993)
  • Fantasies & Delusions (2001), klassiskur tónleikur

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Billy Joel Biography. billyjoel.com. Retrieved on December 7, 2008.
  2. "Explore: Soft Rock – Top Artists – AllMusic". http://www.allmusic.com/explore/style/soft-rock-d382/artists. Heintað 2015-09-08. 
  3. Edmondson, Jacqueline (2006). Condoleezza Rice: A biography. The United States: Greenwood Publishing Group. p. 22. ISBN 978-0-313-33607-2. 
  4. https://www.riaa.com/goldandplatinum.php?content_selector=top-selling-artists