Billboard (tíðarrit)
Appearance
Billboard er eitt amerikanskt tónleikatíðarrit, ið varð stovnað í 1894. Tíðarritið er mest kent fyri ymiskir hittlistar yvir mest seldu tónleikaútgávur í USA. Teir týdningarmestu av listunum eru Billboard Hot 100 (fyri stakløg) og Billboard 200 (fyri album). Harafturat hevur tíðarritið eina røð av listum innan ymisk sløg av tónleiki, bæði fyri stakløg og album, og listar yvir hvørjir sangir, ið hava fingið mest av spælitíð á radiostøðum.