Bill Paxton

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Bill Paxton by Gage Skidmore 2.jpg

William "Bill" Paxton (17. mai 195525. februar 2017) var ein amerikanskur sjónleikari. Bill Paxton er ein av teimum sjónleikarunum sum ikki er serliga kendur fyri nakran høvuðsleiklut. Men hann hevur verið í einum ótali av filmum, og fleiri av teimum heilt stóru framleiðslunum eisini. Av filmum sum Bill Paxton hevur verið í kunnu nevnast Aliens (1986), Predator 2 (1990), The Terminator (1984), Apollo 13 (1995) og Titanic (1997). Tað eru nógvir aðrir, og yrkisleið hansara vardi í umleið 40 ár. Paxton náddi eisini at vinna eina Emmy heiðursløn fyri leiklut sín í Hatfields and McCoys (2012).

Paxton var bara 18 ára gamal tá hann flutti úr Texas til Kalifornia, fyri at gerast sjónleikari. Nøkur ár seinni bleiv hann útbúgvin sjónleikari í New York.