Beinta í Jákupsstovu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Beinta í Jákupsstovu (fødd 1951 í Sørvági) er ein føroyskur granskari, Dr.polit., adjungeraður lektari í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya.[1]

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Hon tók studentsprógv úr Hoydølum 1971, fekk síðan pláss á Regensen og tók 1. part í sosiologi við Universitetið í Keypmannahavn. Eftir tað flutti hon til Bergens, og tók cand. polit. prógv í Offentlig administrasjon og organisasjonskunnskap við Universitetið í Bergen í 1982. Hon tók hjágrein í geografi við Universitetið í Bergen í 1977. Hon búði í Haram kommunu í Sunnmøre 1978-1987. Hon var lærari á studentaskúlanum í Brattvåg, og eitt skifti fulltrúi í kommunalu heilsufyrisitingini. Skúlaárið 1983/84 var alt húskið í Fuglafirði, tá Beinta hevði starv á Studentaskúlanum í Gøtugjógv fram til ársskiftið, og arbeiddi síðan á Landsskúlafyrisitingini fram til summarfrítíðina. Familjan flutti í 1987 til Molde, har Beinta fekk starv á Høgskolen i Molde, fyrstu tíðina mest í fyrisitingini, men síðan 1991 varð tað meira og meira undirvísing og gransking. Í 1992 fekk hon granskingarstyrk frá NorFa, og var hon tá nakrar mánaðir á Fróðskaparsetrinum og við Háskóla Íslands. Í 1995 fekk hon fast starv sum høgskolelektor (seinni 1. amanuensis) í stjórnmálafrøði. Tók dr. polit. heitið við Universitetið í Bergen í 2003.[2]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Kunnskap og makt. Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år. Fróðskapur (Faroe University Press) 2006.
  • Erfaringer fra kvindelisterne i færøsk politikk. Saman við Bjørg Jacobsen. Í NIKKmagasin nr 1-2006.
  • Et kjønnsperspektiv på færøysk helse- og sosialpolitisk utvikling, í A.Mortensen (red.): Fólkaleikur. Fróðskaparfelagið 2005.
  • Um siðvenju hjá íslendskum og føroyskum mammum at hava børn á brósti, í Snædal og Johansen (red.): Frændafundur 5, Háskóli Íslands 2005.
  • Rekruttering av færøyske kommunepolitikere. Saman við Eli Kjersem. Arbeidsnotat 2005:4, Møreforsking Molde.
  • Evaluering av d:mo i Molde kommune. Forundersøkelse. Kjennskap til og bruk av d:mo pr. august 2005. Saman við Eli Kjersem og Judith Molka-Danielsen. Arbeidsnotat / Høgskolen i Molde ; 2005:6
  • Kvinnerollen på Færøyene i endring – en sammenlikning av kvinners politiske medborgerskap i to kommuner. Saman við Bjørg Jacobsen. Í Berglund (red.): Med periferien i sentrum – en studie av lokal velferd, arbejdsmarked og kjønnsrelasjoner i den nordiske periferien. Norut NIBR Finnmark
  • Changes in the Faroese Welfare System, í Westman, Liisa (ed.): Women leave, men remain – Issues of Welfare, Gender and Labour market. North Karelia Polytechnic, Joensuu 2005
  • Hva gjør SMS med ungdomstiden? Resultater fra en spørreundersøkelse om mobiltelefonbruk blant romsdalsungdom høsten 2002. Saman við Eli Kjersem. Rapport nr. 0301, Møreforsking Molde 2003
  • Om kunnskapsprodusenters makt til å definere behov. Obligatorisk innlegg i vitenskapsteori til dr. polit. graden, Notat nr 50 (1998), Instititutt for administrasjon og organisasjonsvitenskap, Universitetet i Bergen.
  • Norsk helsestasjonsvirksomhet. Nasjonal politikk og lokal policyutforming av forebyggende arbeid for barn. Saman við Turid Aarseth, Rapport nr. 9603, Møreforsking Molde 1996.
  • Kvinner ingen adgang? Rekruttering av kvinner til bystyret i Tórshavn 1972-1992. Norsk Statsvitenskapelig Tidsskrift 1/96.
  • Brúkarakanning av heilsusystraskipanini apríl-mai 1993. 376 mammur sum áttu ella ættleiddu børn í tíðarskeiðnum mars-nov. 1992, siga sína hugsan. Arbeidsrapport M 9417, Møreforsking Molde 1994.
  • Heimestyreordninga og sosialpolitikk på Færøyane. Hovedfagsoppgåve i offentlig administrasjon og organisasjonskunnskap, Universitetet i Bergen, 1982.

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Foreldur: Edith fødd Lamhauge úr Lamba og Jákup í Jákupsstovu, úr Sørvági. Giftist Rolf Bugge frá Eidsøra í Noregi í 1978. Børn: Guri, f. 1979, Edit, f. 1983 og Heine, f. 1985. Beinta er uppvaksin í J. Paturssonargøtu í Havn saman við sjey systkjum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Setur.fo, Beinta í Jákupsstovu
  2. Rit.fo, Beinta í Jákupsstovu