Bangkok
Appearance
Bangkok (tailendskt: กรุงเทพ ฯ, กรุงเทพมหานคร ฯ) er høvuðsstaður í Tailandi. Bangkok eitur í veruleikanum Krung Thep Mahanakhon.[1] Hann er størsti býur í Tailandi, 14,5 mió. íbúgvar (við forstøðum). Eftir almennum hagtølum búgva seks mió. fólk í Bangkok, men tað rætta er, at helst búgva úti við 15 mió. fólk. Býurin er bygdur á Menam-oyrunum, og fyrr var mesti flutningurin eftir grivnum siglingarveitum. Enn eru fáir høvuðsvegir, og almenna flutningskervið er vánaligt. Mongu listskrýddu templini í Bangkok hava altíð drigið ferðafólk úr øllum heiminum at koma hagar at síggja hesa vøkru byggilist. Í 2010 hava verið yvir 11,3 milliónir vitjandi.[2]
Bangkok verður tíðum kallaður Eysturlanda Venezia.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.cnn.com/travel/article/bangkok-mahanakhon-building/index.html
- ↑ https://web.archive.org/web/20131207064853/http://www.tourism.go.th/2010/upload/filecenter/file/stat_2554/Sep/Update53%20on%206sep/bangkok.pdf
- ↑ http://www.theaustralian.com.au/life/travel/on-board-cruising/bangkok-canals-by-kayak-provides-a-paddle-back-in-time/news-story/a193a1a683447f1113089ebb24853db8