Býflugudeyðin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Býflugur.

Býflugudeyðin, ella sum tað eitur á enskum, Colony Collapse Disorder (CCD), merkir at hungangsbýflugurnar um allan heim knappliga fara úr býlunum og doyggja. Tað er ein vanlukka, tí hunangsbýflugurnar eru ein hornasteinur í okkara vistskipan og eru púra avgerandi fyri frukt- og grønmestisgróðurin. Ástøðini um orsøkina til gátuføra býflugudeyðan eru mong: nýtsla av eituri til virus og mottuálop.