Jump to content

Bátafelagið Naddoddur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bátafelagið Naddoddur er áhugafelag, ið eigur seksæringin Naddodd. Felagið við heimstaði á Tvøroyri, var stovnað 19. november 1995 og hevur umleið 120 limir. Endamál felagsins er at varðveita gomlu føroysku bátamentanina.

Felagið hevur ognað sær eitt stórt gamalt neyst at goyma bátin í. Neystið er stórt og verður samstundis nýtt sum felagshús.