Bárður Dal Christiansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Bárður Dal Christiansen (føddur 4. apríl 1985) úr Havn, búsitandi í Keypmannahavn, er ein føroyskur listamaður.[1]

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Sum ein av stovnarunum av Scrub.Art, bleiv fyribrygdi “Street Art” varpað út í Føroyum. Scrub.Art er ein lítil listabólkur mannaður av Bárður Dal Christiansen og Ólavur S.T. Thorsteinsson. Sum ein av stovnarunum av Scrub.Art, bleiv fyribrygdi “Street Art” varpa út í Føroyum. Scrub.Art er ein lítil listabólkur mannaður av Bárður Dal Christiansen og Ólavur S.T. Thorsteinsson. Frá mars 2011 til desember 2012 starvaðist hann í Margarinfabrikkini í Havn, frá januar 2013 til juli 2013 starvaðist hann sum E-Concept Developer hjá Dagbladet Børsen.

Í 2015 fór hann at lesa til arkitekt á Det Kongelige Danske Kunstakademi (KADK)[2]

Bárður er limur í Føroysk Myndlistafólk. Hann hevur verið við á fleiri framsýningum í Listaskálanum og Norðurlandahúsinum. Hann hevur eisini sýnt fram á Várframsýningini 2006 og 2007, Slóarblóð 2007, í Eik Banka 'Random Stuff' 2007 og á Summarframsýningini 'Kanska' í 2008. Sum partur av Scrub.Art hevur Bárður prýtt Margarinfabrikkina í 2007, sýnt fram á G-Festivalinum í 2007 og 2008, prýtt Cippo í 2007, verið við í stuðulstiltaki fyri Amnesty Føroya Deild í 2009, gjørt pallprýði til The Wall konsert í Norðurlandahúsinum og live show og stuðulstiltak fyri Ung.fo í SMS í 2009.[3]

Tey seinastu árini hevur Bárður verið á fleiri framsýningum, bæði heima og uttanlands. Myndamálið er búnað og hann arbeiður ofta við figurativt, tó meir abstrakt enn áður. Millum annað kunnu nevnast framsýninganar uMMyndan ið gjørdist ein longri røð av framsýningum ið snúðu seg um transformation ella ummyndan.

Útbúgving[rætta | rætta wikitekst]

  • Kunsthøjskolen Thorstedlund: 2006
  • KEA: 2008-2011
  • Det Kongelige Danske Kunstakademi: 2015-

Framsýningar[rætta | rætta wikitekst]

Censur framsýningar[rætta | rætta wikitekst]

  • Summarframsýning NÙ/NOW Norðurlandahúsið: 2016
  • Mullers pakkhús: Pussy Riot framsýning: 2013
  • Ólavsøkuframsýning: 2012, 2010
  • Várframsýning: 2006, 2007, 2008, 2009
  • Summarframsýning "Kanska" : 2008
  • Slóðarblóð: 2007

Aðrar framsýningar[rætta | rætta wikitekst]

  • Ostahúsið: “Ummyndan” - 2016 - FO
  • Gro Akademi: “Northen Star” - 2015 - DK
  • Gallarí Fokus: “Excerpts from my diary” - 2013 FO
  • Føroyahúsið: "Hvørvisjónir” 2011 - DK
  • Lítluvík: "Nocturnal Rainbows” 2010 -FO
  • Snarskivan: “Funky Orka” 2009 - FO
  • Føroyahúsið: "Heilaglíming” 2009 -DK
  • Eik: "Random'” 2007 - FO
  • Jinx: “Ymiskt” 2007 - FO

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]