Ayers Rock

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Uluru / Ayers Rock.

Uluru, eisini kend sum Ayers Rock (alment: Uluru / Ayers Rock[1]), er hin best umtókti merkisstaðurin í Avstralia. Hesin veldigi sandsteinskletturin, ið skjýtur seg upp úr slættari, stórari oyðimørk, er 348 m. høgur. Hóast hann stendur nógvar hundrað kilometrar frá bygdum øki, kemur nógv ferðafólk hagar. Hann er samstundis ein hin størsti halgidómurin hjá avstralska upprunafólkinum aboriginunum. Uluru/Ayers Rock er serliga vakur í skýmingini, tá ið ljósið og litirnir skifta.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Uluru / Ayers Rock, Place Names Register