Autisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Autisma er eitt felags heiti fyri diagnosur innan fyri menningarórógv. Menniskju við autismu hava vanliga ikki sjónlig brek. Menningin er merkt av truplum samskifti, málsligum órógvi, ritualum og serstøkum áhugamálum. Menniskju, ið bera brekið autisma, hava ofta eisini onnur brek. Hesi menniskju megna tí illa at vera saman við øðrum, á ein náttúrligan hátt. Tey skilja illa hini, hugsa øðrvísi og hava ein øðrvísi atburð. Autisma verður roknað sum eitt lívlangt brek, ið ikki kann grøðast. Autisma kann síggjast sum eitt breitt spektrum; ein kann vera meira ella minnið ávirkaður av autismuni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið