Jump to content

Aung San Suu Kyi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Aung San Suu Kyi í 2011.

Aung San Suu Kyi varð borin í heim tann 19. juni í 1945 í Rangoon, Burma. Hon er kend fyri at royna at fremja demokrati í Burma, uttan at nýta harðskap. Hon er dóttir til Aung San, ið var við til at samráðast um at loysa Burma frá Stóra Bretlandi í 1947. Sama árið var Aung San myrdur av politiskum kappingarneytum.

Í 1989 stillaði Aung San Suu Kyi upp til tingvalið í Burma, har hon vann stórt. Herurin í Burma traðkaði til og forbjóðaði henni at taka við valdið. Síðan tá hevur Augn San Suu Kye sitið í húsavarðhaldi í heimi sínum, í býnum Yangon, í nærum 15 av teimum seinastu 21 árunum frá 20 juli 1989 til hon varð leyslatin 13. november 2010,[1] becoming one of the world's most prominent political prisoners.[2]

Í 1990 móttók Aung San Suu Kyi Rafto Heiðurslønina og Sakharov Heiðurslønina fyri Frælsar Hugsjónir í 1990. Ì 1991 fekk hon Friðarheiðursløn Nobels. Hon hevur lisið á Lærda háskúlanum í Oxford, har hon eisini møtti manni sínum, ið hon hevur tvey børn við.

Eftir røttum skuldi Aung verið leyslatin í okt. 2009, men orsakað av eini hending, har at ein óboðin sinnisveikur amerikumaður hin 3. mai 2009 óboðin svam út til húsini hjá Aung og gisti har í tríggjar nætur og var fangaður, tá hann svam yvirum aftur, dømdi ein dómstólur undir hernaðarstýrinum í Burma hana til 18 mánaðir afturat í húsavarðhaldi. Rættarmálið byrjaði 18. mai og endaði 11. august 2009.

Aung kærdi dómin, men hon fekk ikki viðhald. Dómurin varð skotin inn fyri hægstarætt í Burma, men hon sat dómin út og varð latin leys 13. november 2010, 6 dagar eftir valið, sum hon ikki slapp at stilla upp til, tí hon sat í húsavarðhaldi. Stutt eftir at hon var latin leys kom sonur hennara Kim Aris til Burma fyri at vitja hana, tað var fyrstu ferð í 10 ár, at hann sá mammu sína. Burmesiska stýrið noktaði manni hennara og synum hennara at fáa uppihaldsloyvið, sjálvt tá maður hennara hevði fingið staðfest, at hann var deyðasjúkur av krabbameini, slapp hann ikki at vitja hana. Michael Aris doyði á hansara 53 ára føðingardegi, hin 27. mars 1999. Tá hevði hann ikki sæð konu sína í meira enn trý ár.


  1. Burma releases Aung San Suu Kyi. BBC News, 13 November 2010.
  2. Aye Aye Win, Myanmar's Suu Kyi Released From Hospital, Associated Press (via the Washington Post, 10 June 2006.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið