Atlantic Radio
Atlantic Radio var ein útvarpsrás í Føroyum frá 6. mai 1999 og sendi 24 tímar um døgni fram til oktober sama ár. Frekvensurin var 101,5 MHz. Atlantic Radio var fyrsta privata útvarpstøð í Føroyum. Rás 2 keypti restirnar frá Atlantic Radio og byrjaði at senda í desember 1999.
Atlantic Radio breyt við allar tradisjónir innan føroyskt útvarp, og støðan fekk beinavegin risastóra undirtøku frá lurtarunum. Ungu og entusiastisku starvsfólkini vóru altíð á staðnum har nakað hendi, og sent var frá ymiskum støðum kring Havnina, og kring landið.
Atlantic radio borðreiddi eisini við einari nýggjari kjakmentan, og hugflogið og spontaniteturin høvdu frítt spæl. Men fólkini dugdu ikki at føra ein lýsingar og sponsorpolitikk, og bleiv lykilin snaraður um, aftaná eitt hálvt ár.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]- Lárus Robert Árason (stjóri)
- Johan í Kollafirði (vertur)
- Reidar Jacobsen (vertur)
- Høgni í Borg (vertur)
- Elin Hentze í Stórustovu (vertur)
- Ronni Poulsen (lýsingar og teknikk)
- Bárður Háberg (lýsingar, teknikk og vertur)
- Regin W. Dalsgaard (KT leiðari)
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]- atlradio.fo[deyð leinkja] (síðan er nú niðurløgd)