Arnold Vegghamar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Arnold Vegghamar er føroyskur listamaður. Hann er føddur og uppvaksin á Viðareiði, og hevur síðani hann var heilt ungur, málað. Tá hann var 24 ára gamal, fór hann til Danmarkar at læra til silvur- og gullsmið. Í Føroyum hevur Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum í Listaskálanum, í Gallerie Focus[1] og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Poulsen, Kinna (3. oktober 2016). "Arnold Vegghamar í Focus". Listaportal.fo. http://www.listaportal.com/tidindi/2016/10/3/arnold-vegghamar-focus. Heintað 5. apríl 2017.