Arne Vatnhamar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Arne Vatnhamar úr Leirvík er ein føroyskur fjallaklintrari. Hin 25. mai 2014 náddi hann upp á toppin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest, og gjørdist tann fyrsti føroyingurin ið megnaði hetta. [1] Í august 2013 klintraði hann upp á toppin á Matterhorn saman við Regin Reinert og Jákup á Rógvu Andreasen. Í 2010 klintraði hann upp á Mont Blanc og í 2012 klintraði hann í Suðuramerika.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo, Arne Vatnhamar á toppinum á Mount Everest
  2. vp.fo, Fyrsti føroyingur á Mount Everest