Jump to content

Arkimedes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Arkimedes av Syrakus
Arkimedes hugsunarsamur eftir Fetti (1620)
Arkimedes hugsunarsamur eftir Fetti (1620)
Lokalt navn Ἀρχιμήδης
Fødd(ur) uml. 287 á.Kr
Syrakus
Magna Graecia
Doyði uml. 212 á.Kr (uml. 75 ára gamal)
Syrakus
Bústaður Syrakus
Granskingarøki Støddfrøði
Alisfrøði
Verkfrøði
Stjørnufrøði
Uppfinning
Kend(ur) fyri Arkimedesar prinsip
Skrúa Arkimedesar
Vætustøðufrøði
vektstong
The Method of Mechanical Theorems

Arkimedes (grikskt Ἀρχιμήδης) føddur 287 f.Kr. í Syrakus á Sisilia, deyður 212 f.Kr., var ein støddfrøðingur, alisfrøðingur og uppfinnari í forna Grikkalandi. Sjálvt um bert fáar av skriftum hansara eru varveittar og lítil vitan er um lív hansara, so verður hann mettur sum ein av týdningarmiklastu vísindafólkum í klassisku fornøldini. Umframt at hann hevur gjørt týðandi uppdagingar innan støddfrøði og geometri, hevur hann fingið æruna av at hava gjørt tól og innrætningar, ið vóru langt frammanfyri sína tíð.[1]