Forna Grikkaland
Forna Grikkaland var ein mentan ið hoyrdi til eitt tíðarskeið í griksku søguni, ið byrjaði í Arkaiskari tíð í 8. øld f.Kr.. Forna Grikkaland hevur eina 1000-ára søgu og verður av mongum mett at vera vøggan hjá vesturlendsku mentanini. Fornu grikkarnir stóðu ímóti hertøkuroyndum og yvirlivdu at vera hersett av rómverjum, men seinni gjørdust teir partur av Byzantinska ríkinum. Grikska mentanin hevði stóra ávirkan á Rómverjaríkið, og breiddi seg harvið til restina av Evropa.
Í forna Grikkalandi hendi gjøgnumbrot við nýtslu av myntum innan handil. Tann athenska "ugglumyntin" ráddi yvir miðalhavshandlinum í 400-300-talinum f.Kr. Ugglan var heilagi fuglurin hjá vísdómsgudinnuni Athenu.
Olympisku leikirnir, fyri at nevna eitt dømi, byrjaðu í tí grikska mentunararvinum. Renessansan (Endurburðartíðin) var ein roynd at endurvekja arvin eftir Rómverjaríkið og Forna Grikkaland. Fyrstu Olympisku Leikirnir vóru hildnir 776 f.kr..