Arjen Robben

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Arjen Robben

Arjen Robben (føddur 23. januar 1984) er ein niðurlendskur yrkisfótbóltsleikari, sum spælir við týska Bundesliga-felagnum Bayern München og við Niðurlendska fótbóltslandsliðnum hjá monnum. Robben spældi við Niðurlondum á Evropameistarakappingini í fótbólti í 2004, 2008 og 2012, og á Heimsmeistarakappingini í fótbólti í 2006, 2010 og 2014. Sjálvt um hann ofta verður umrøddur sum álopsleikari (striker), so spælir hann vanliga aftanfyri álopsleikararnar sum vongleikari. Robben er kendur fyri at duga væl at reka, fyri at renna skjótt og hava góðar avleveringar og fyri sínar neyvu skot frá langari frástøðu við vinstra fóti frá høgra vongi. Ungdómsárini leikti hann við vv Bedum og FC Groningen, har hann spældi frá 1996 til 2002. Frá 2002-04 spældi hann við PSV Eindhoven, frá 2004-07 við Chelsea F.C., frá 2007-09 við Real Madrid C.F. og síðan 2009 hevur hann leikt við Bayern München.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið