Arendals kommuna
Appearance
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Fylki: | Agder |
Vídd : | 270 km² |
Íbúgvar: | 45 065 (2021) |
Staðseting: | 58°28′0″N 8°46′0″E |
Heimasíða: | arendal.kommune.no |
Arendal er ein kommuna í Agder í Noregi. Arendal er eisini navnið á býnum í kommununi, har sætið hjá fylkismanninum í Agder er staðsett og ikki minst fyrisitingin hjá kommununi. Í 2021 búðu fleiri enn 45 túsund fólk í Arendals kommununi.
Kommunan hevur mark við Grimstad í ein útsynning, við Froland í ein útnyrðing, og við Tvedestrand í ein landnyrðing. Økið í landsynningsparti av kommununi liggur framvið sjóvarmálanum.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: www.arendal.kommune.no