Apopleksi
Apopleksi (apoplexia cerebri, eisini kent sum slagtilburður, heilabløðing og blóðtøpp í heilan) er ein brádliga íkomin nevrologiskur skaði eftir antin ein blóðtøpp ella eina bløðing í heilanum. Diagnosan verður sett út frá einari kliniskari kanning, men tað er ikki møguligt at síggja antin talan er um ein blóðpropp ella eina heilabløðing útfrá tí klinisku kanningini.
Sum ískoyti til ta klinisku kanningina, vil læknin næstan altíð velja at senda sjúklingin til eina CT-skanning ella MR-skanning. Endamálið við hesum skanningum er at stuðla diagnosuni, fyri at meta um útlitini og fyri at kunna útiloka aðrar sjúkur, eitt nú svullir, metastasir, subaraknoidal bløðing (SAH) og subduralt hematom (SDH).
Man skilur ímillum apopleksi, har sjúkueyðkennini vara longri enn 24 tímar TCI (Transitorisk Cerebral Iskemi), har sjúkueyðkennini hvørva áðrenn 24 tímar eru farnir.
Sjúkueyðkennini í tí akuttu fasuni hanga saman við hvat ella hvørji øki í heilanum ið eru rakt. Ofta snýr tað seg um niðursett vit, niðursetta kraft og føling í tí einu síðuni av kroppinum og kognitivt órógv, sum ávirkar málið, rúmfatanina og dagligdagsfunksjónir. Psykiskar broytingar og tunglyndi eru eisini vanlig.
Í Danmark eru árliga umleið 10.000-12.000 nýggir tilburðir av apopleksi, sum harvið er ein av teimum størstu fólkasjúkunum í Danmark. Upp til 10 % av sjúklingunum doyggja innanfyri tann fyrsta mánaðin, og hjá teimum sum yvirliva, førir sjúkan ofta til avlamni í størri ella minni mun. Í Føroyum verða umleið 70 fólk um árið innløgd við apopleksi á Apopleksideildini á Landssjúkrahúsinum. Tað eru ikki øll, ið fáa apopleksitilburðir í Føroyum, ið verða innløgd á hesari deildini, og tí er talið eisini nakað hægdi enn 70. Heilafelagið metir, at talið á føroyingum, ið árliga verða rakt av apopleksi er umleið 100.[1]