Anders Koustrup Kærgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Anders Koustrup Kærgaard (føddur 1972) er ein danskur varskógvari (whistleblower) og kapteinur við Gardehusarregimentið.

Han er tann persónurin, ið í 2012 kom alment fram við prógvum fyri álvarsaman ágang móti sivilum í Irak, har ið Danmark luttók sum friðarvarveitandi herdeild.[1]

Han varð í 2013 dømdur dagbøtur í seks mánaðir, tí at hann noktaði at upplýsa navni á tí offiserinum, ið hevði syrgt fyri at varveita í staðin fyri at oyðileggja bandið við videoupptøkunum, ið prógvaðu ágangin ið varð framdur undir einari operatión, ið var undir danskari leiðslu.

Í tíðarskeiðnum 2004 - 2005 var hann útsendur sum fregnaroffiserur í tí donsku Irak-herdeildini. Eftir at hann var sendur til Irak, fór hann úr donsku verjuni og fór í staðin at arbeiða við at seta á stovn Koldkrigsmuseum Stevnsfort (tann núverandi Stevnsskansin), ið er partur av Østsjællands Museum á Stevns.

Hin 22. novembet 2014 var han gestur í DR1 sendingini Ugens gæst. Tá ið sendingin bygjaði, varð sagt at (í føroyskari týðing):

Hann misti nærum alt: Vinirnar, starvið, sambandið við pápan og alt, ið hann var uppaldur til at trúgva uppá. Harafturímóti helt hann fast í síni virðir.

Anders Koustrup Kærgaard hevur nú stovnað ein NGO felagsskap fyri varskógvarar.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Efterretningsofficer: Jeg svigtede mine idealer - Politiken.dk
  2. dr.dk - Ugens gæst: Anders Kærgaard