Alment innlit

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Alment innlit er rætturin hjá øllum at fáa innlit í skjøl ið eru partur av almennum málum.

Rættindi at fáa innlit eru sera grundleggjandi fólkaræðislig rættindi.

Alment innlit er neyðug fyritreyt fyri at fólk kunnu nýta onnur fyrisitingarlig rættindi síni til fulnar.

Alment innlit er somuleiðis fortreyt fyri eftirlit miðlanna við valdinum.

Løgtingslóg 133/1993 um alment innlit í fyrisitingina hevur ásetingar um alment innlit; Ll. 132/1993 um fyrisitingarlóg hevur ásetingar um partsinnlit.