All In
All In er ein føroyskur tónleikabólkur, ein dreingjabólkur. Teir gjørdist kendir í Føroyum, tá teir gjørdu eitt coverlag við sanginum Vanja hjá Jákup Eli Joensen. Sangurin gjørdist Ársins sangur á Planet Awards 2011 í versjónini hjá Jákup Eli, og í 2012 gjørdist sangurin enn einaferð Ársins sangur, hesaferð í versjónini hjá All in. Bólkurin All in gjørdi almannakunngjørdi eisini eitt videolag til sangin Vanja. Í 2013 gjørdu teir eina nýggja versjón av sanginum Tú hjá Terja Rasmussen og Moirae frá 1996, tað varð lagt á YouTube 1. januar 2014, tó løgdu teir ein Official teaser á 30 sekund um videolagið Tú hin 31. oktober 2013.[1] Polar Films Entertainment leikstjórnaðu eitt videolag til sangin Tú í versjónini hjá All in. Í 2014 var hetta videolagið tilnevnt til Ársins videolag á Faroese Music Awards 2013.[2] Løgini ið All in gera av nýggjum verða gjørd á ein meira stillan og romantiskan hátt enn upprunaløgini.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Stakløg, coverløg
[rætta | rætta wikitekst]- 2011 - Vanja (upprunasangur: Jákup Eli Joensen)
- 2013 - Tú (upprunasangur: Moirae og Terji Rasmussen)
Limir í bólkinum
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ All in, New Video, Official teaser á YouTube.com
- ↑ "in.fo, Tilnevningar til Ársins videolag á FMA". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-03-13. https://web.archive.org/web/20140313135950/http://www.in.fo/news-detail/news/tilnevningar-til-arsins-videolag-a-fma/. Heintað 2014-03-13.