Jump to content

Alidýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lambskjøt er best dámda seyðakjøtið. Yngri seyðurin er, betri er eisini ullin.

Alidýr geva okkum t.d. mjólk, kjøt, skinn og ull. Alidýr eru neyt, seyður, kanin, dunna, svín, høsn, gás, geit og ross. Garnatálg, flesk, skerpikjøt, ost og mangt, mangt annað fáa vit út alidýrum. Úr skinninum ella húðum ber til at gera til dømis skógvar. Ull av seyði, kanin og greit verður virkað til klæði. Menniskjur hava havt alidýr í stívliga 9000 ár. Summi á bási, onnur í búri, fjósi, inngyrðingum og úti á bøi og í haga. Fyrstu alidýrini vóru vill dýr, ið vórðu tamd. Tama hønan er t.d. upprunaliga frumskógarhøna úr Eysturlondum. Upp ígjøgnum tíðirnar hava kønir búnaðarmenn alt tey bestu og spakastu dýrini, ið góvu mestu mjólkina, bestu ullina ella mesta kjøtið, og soleiðis hava vit fingið tey frægastu alidýrasløgini.

Summi alidýr verða ald undir strongum eftirliti í stórum fjósum, til dømis høsn og svín. Nógvar hundrað túsund hønur verða aldar á henda hátt fyri kjøtið og eggini. Hønurnar eru stongdar inni í trongum búrum og fáa nóg illa vent sær. Fóður, ljós og hiti eru fjarstýrd, og hvør høna verpur eini 300 egg um árið. Svín ganga í búrum ella krubbum. Tey fáa nágreiniliga samansett fóður, so tey kunnu fitna skjótt. Summi svínasløg tungjast 0,7 kg um dagin. Slátursvín verða tikin bara 3 mánaðir gomul. Fyrr høvdu nógv húski í Føroyum høsn, so tey fingu egg og onkuntíð eina hønu í pottin. Tá sluppu hønurnar at ganga úti og skava í moldini eftir fræ, skordýrum og møðkum og fingu matleivdir og annað at eta. Eggini vurpu tær í reiður í kjallaranum ella í høsnarhúsi. Men nú er høsnarhald ídnaður. Hønurnar verða læstar inn í smáum búrum ella ganga inni í stórum høsnarhúsum. Nógvastaðni, eisini í Føroyum, er hvíta italska hønan væl umtókt sum góð verpingarhøna. Høsnarungar verða dripnir 8 vikur gamlir og viga millum 1 og 2 kg.

Neyt - oksar, búflar og kýr - eru ein tann fjølmentasti alidýrabólkurin. Í India eru eini 200 mió neyt og tað eru 1 mia. aðrastaðni í heiminum. Í Føroyum eru 1200. Fyrr vórðu neytini mest spent fyri amboð, men nú verða tey mest ald fyri kjøtið - drápsneyt, og mjólkina - mjólkneyt. Neytasløgini eru um 200. Í Føroyum eru umleið 70.000 seyðir. Fjallgongurnar eru tríggjar: 1) áseyðaroyting, 2) skurð, og 3) klipping. Vanliga verður seyður royttur eina ferð um árið. Ull verður vaskað, nappað og karðað, so spunnin og tvínnað til tógv, sum verður bundið ella vovið til klæði o.a. Ull fæst eisini av kanin, vikunju, geit og alpaku.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið