Alfred Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Alfred Olsen, 2012

Alfred Olsen (føddur 30. mars 1947 í Tórshavn) er ein føroyskur og politikari (SB).

Hann hevur útbúgving innan bókhald frá Føroya Handilsskúl, bankútbúgving og prógv sum heimaskipari. Hann var kommunuskrivari hjá Nes kommunu frá 1977 til 2013.

Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Eysturoyar valdømi á løgtingsvalinum 1998 og hevur verið valdur inn síðan. Hann var formaður í Løgtingsins rættarnevnd 2004–2008 og í Vinnunevndini síðan 2011. Frá 2008 til 2011 var hann limur í Rættarnevndini. Hann er fyrsti næstformaður í Løgtinginum og er formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum. Hann var næstformaður í Sambandsflokkinum 2001–2007.

Alfred er sonur Jens Christian Olsen og hálvbróður Jógvan I. Olsen, sum báðir vóru Sambands-politikarar.

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]