Agngágga

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Agngágga
Buccinum undatum.jpg
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Flokkur: Gastropoda
Familja: Buccinidae
Ætt: Buccinum
Slag: B. undatum

Agngágga (frøðiheiti - Buccinum undatum) er okkara næststørsti sjósnigil og ógvuliga vanlig í øllum sundum og firðum eins væl og útiá.[1]

Útsjónd[rætta | rætta wikitekst]

Agngágga liggur í ruflutari, vundnari gágguskel. Uttan um innvølin er poki, sum er vaksin eftir gágguskelini. Fullvaksin verður gágguskelin uml. 11-14 cm til hæddar. Beint oman fyri høvdið er skeljarondin vaksin út í tút. Long andingarpípa liggur út gjøgnum tútin. Muðurin er langur rani við raspitungu.

Liviøki[rætta | rætta wikitekst]

Agngágga er vanlig á sandbotni og hellubotni, har dýpið er um 10 metrar. Agngáttan er rovdýr. Hon skríður eftir botninum eftir dýrum, sum sita still. Hon tekur heldur lívveik ella deyð dýr. Tá ið hon skal eta, toyggir hon sevilin út. Sevilin er ein partur av munninum. Inni í sevlinum liggur rívitungan, og á henni eru smáar, hvassar tenn. Agngágga rívur hol á fongin. Tá ið holið er nóg stórt, stingur hon sevilin inn og fer at ríva burtur úr dýrinum. Er vandi á ferð, dregur hon seg inn í skelina og letur aftur við kitinloki., sum hon hevur aftarlaga á bakinum.

Nøring[rætta | rætta wikitekst]

Agngágga gýtir eggini í smá hylki, hon sjálv hevur gjørt. 1000 egg eru í hvørjum hylki. Øll hylkini eru kleimd saman í klunkar, sum eita lættisoppar. Bara 30 ungar verða klaktir í hvørjum hylki. Teir eta øll hini eggini. Síðan eta teir sterku ungarnir teir veiku. Tá ið av tornar, koma bara 10 smáar gággur úr hvørjum hylki. Lættisoppar eru vanligir at síggja í fjøruni.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Jákup M. Kjeld, Ryggleys dýr, Føroya Skúlabókagrunnur, 1971