Jump to content

Hispaniola

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 14. nov 2019 kl. 06:23 av Holder (kjak | íkøst) (corr using AWB)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Oyggin Hispaniola.
Fyrsta búsetingarnar hjá evropearum í Amerika.
Oyggin Hispaniola.

Hispaniola er ein oyggj í Karibiahavinum, ið hoyrir til Stóru Antilloyggjar.

Oyggin er býtt í tvey lýðveldi. Vestarumegin liggur lýðveldið Haiti, ið fevnir ein triðingur av oynni, og eystarumegin liggur Dominikanska Lýðveldið, ið fevnir tveir triðingar av oynni. Hispaniola er - við síni vídd upp á 76,480 km² - næststørsta oyggj í Karibiahavinum.

Tann 5. desember 1492 fann Kristoffur Kolumbus eina nýggja oyggj, sum tey innføddu nevndu Haiti. Hon minti hann um Spania, so hann nevndi hana La Isla Espaniola á sponskum, ella Hispaniola Insula á latínskum máli[1]. Heitið merkir "oyggin Lítla Spania", Í dag verður tað tó stytt til Hispaniola.

Jólaaftan 1492 løgdu teir á Santu Mariu stilt við strondina í útnyrðingshorninum av Hispaniola. Men beint eftir midnátt rendi skipið á eitt korallriv. Jólamorgun royndu menninir tað teir kundu, fyri at bjarga farminum av strandaða skipinum. Oyggjabúgvarnir komu rógvandi út til teirra at hjálpa teimum. Aftaná bjóðaðu oyggjabúgvarnir teimum í veitslu og Kolumbus gerdi av at byggja eina skansa á hesum staði. Menninir nýttu timbrið av tí strandaðu Santu Mariu. Kolumbus nevndi skansan La Navidad, ið merkir »jól« á sponskum.

Fyrsta dómkirkjan, fyrsta kleystrið og fyrsta sjúkrahúsið í Amerika hava staðið á hesari oynni.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 19°00′00″N 70°40′00″W / 19.00000°N 70.66667°W / 19.00000; -70.66667

  1. Hispaniola Insula, leventhalmap.org