Jump to content

Edna Parker

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 2. feb 2014 kl. 09:59 av Ursusmaritimus (kjak | íkøst) (bólkur)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Edna Parker í 2007.

Edna Scott Parker (fødd 20. apríl 1893 í Morgan County, Indiana – deyð 26. november 2008 í Shelbyville, Indiana) hevur síðan 2007 verið skrásett í Guinness World Records sum heimsins elsta kvinna. Samstundis er hon 14. elsta menniskja, sum hevur livað, sambært Guinness met bókini. Edna Parker gjørdist einkja í 1939, og búði á einum bóndagarði inntil hon varð 100 ár. Tá flutti hon til sonin at búgva, men fór stutt eftir á ellisheim. Á ellisheiminum búði eisini heimsins hægsta kvinna, Sandy Allen (fødd 18. juni 1955 í Chicago). Hon andaðist í august í 2008. Edna Parker doyði 26. november 2008 í býnum Shelbyville í statinum Indiana.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]