Øssur Debes Eiriksfoss
Øssur Debes Eiriksfoss er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar fimleik og frælsan ítrótt, hann er á føroyska fimleika landsliðnum og á føroyska landsliðnum í frælsum ítrótti. Øssur býr í Danmark í løtuni (2013) og íðkar har við Sparta AM. Hann vann flest heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2013 á Bermuda. Hann vann 9 heiðursmerki í alt, 3 gull og 6 silvur, 7 heiðursmerki vóru í fimleiki og tvey í frælsum ítrótti.[1]
Lívsleið innan fimleik og frælsan ítrótt
[rætta | rætta wikitekst]Northern European Championships 2013
[rætta | rætta wikitekst]Øssur vann eitt silvur heiðursmerki í Norðurevropeisku kappingini í fimleiki, sum var hildin í november 2013 í Norður Írlandi. Hettar er fyrsta heiðursmerki Føroyar hava vunni til NEC.[2]
- Silvur í lop yvir hest.
HM 2013
[rætta | rætta wikitekst]Í august 2013 kvalifiseraði Øssur Debes Eiriksfoss seg til HM í amboðsfimleiki, tað var í lopi um hest, hann skal umboða Danmark. Hann er fyrsti føroyski fimleikari sum hevur megna at kvalifisera seg til HM í fimleiki.
Oyggjaleikir 2013
[rætta | rætta wikitekst]- Gull í liðfimleiki, hiniir vóru: Bogi Berg, Olivur Debes Eiriksfoss og Jóni Brandsson Christiansen. Gullið var fyrsta liðgullið í fimleiki hjá Føroyum nakrantíð.[3]
- Gull í fimleiki, í lopi um hest, FIG
- Gull í fimleiki, í lopi um hestin, SET
- Silvur í fimleiki, á gólvi
- Silvur í fimleiki, í barr
- Silvur í fimleiki, í ringunum, FIG
- Silvur í fimleiki, í ringum, SET
- Silvur í hæddarlopi - hann leyp 2,01 metrar, sum var nýtt føroyskt met.[4]
- Silvur í trýlopi (triple jump) - hann leyp 14,34 metrar, sum var nýtt føroyskt met.
EM 2013
[rætta | rætta wikitekst]Øssur var ein av fimm fimleikarum, sum var valdur út til at umboða Danmark til EM í Moskva.[5]
DM 2013
[rætta | rætta wikitekst]Í mars 2013 vann Øssur sítt fyrsta danmarksmeistaraheitið, tá hann vann gull í lopi yvir um hest. Hann fekk 14.35 stig, meðan nr. 2 fekk 13,60 stig.[6]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Natwestislandgames2013.com
- ↑ "sportal.fo, Silvur til Øssur D. Eiriksfoss í Norður-Írlandi". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-27. https://web.archive.org/web/20131127215149/http://sportal.fo/grein/ossur_d._eiriksfoss_vann_silvur_i_nordur_rlandi. Heintað 2013-11-26.
- ↑ "In.fo, Oyggjaleikir: Fyrsta liðgullið nakrantíð". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-04-22. https://web.archive.org/web/20210422211053/https://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=230&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=a02e99a7895455b6fab29e8462588a4b. Heintað 2013-07-23.
- ↑ "In.fo, Øssur Eiriksfoss vann silvur í hæddarlopi". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-04-22. https://web.archive.org/web/20210422211256/https://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=271&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=4086d742b3f90022ad06d973a74ef962. Heintað 2013-07-23.
- ↑ Sportal.fo Archived 2013-03-21 at the Wayback Machine, Øssur til EM
- ↑ Fimleikur.fo Archived 2014-10-06 at the Wayback Machine, Øssur Debes Eiriksfoss danmarksmeistari