Ørvur 8-mannafar
Appearance

Ørvur er eitt 8-mannafar, sum hoyrir til Havnar Róðrarfelag. Báturin er hvítur við bláum listum, og so hevur hann eisini tað eyðkenda drekastevnið eins og allir bátar í Havnar Róðrarfelag hava.
Ørvur er vorðin føroyameistari í 8-mannaførum, 8 ferðir. Ørvur gjørdist føroyameistari í 1974, 1975, 1984, 1986, 1987, 1999, 2003 og í 2025.