Jump to content

Øða

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Øða

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Flokkur: Bivalvia
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Modiolus
Familja: Mytilidae
Slag: M. modiolus
Øða.

Øða (frøðiheiti - Modiolus modiolus) er vanlig fram við strondini, allastaðni.

Øðuskeljarnar eru tjúkkar, langvaksnar, dimmabrúnar ella næstan svartar. Vanliga eru tær 12-14 cm langar, men kunnu gerast 20 cm langar. Torført kann vera at skilja ímillum smáar øður og kræklingar. Eitt gott eyðkenni er, at bøbburin á øðuni situr eitt sindur aftan fyri sjálvan trantin á skelini – ikki úti á sjálvum trantinum sum á kræklinginum. Kalløða kennist frá kvennøðu. Kápan og kynsgøgnini í kalløðu eru gul, men reyð í kvennøðu.

Øða er fram við allari strondini og langt inn á firðirnar. Hon tolir ikki at liggja turr, og tí er hon ikki í sjálvari fjøruni. Hon sæst tó í klettarivum á meginfjøru.

Øða livir av æti úr sjónum.

Øða er besta agn, og hon er eisini góð til matna.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið