Ólavur Frederiksen
Appearance
Ólavur Frederiksen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1970 |
Starv | myndatakari, elektrikari |
Dátuheiti |
Ólavur Frederiksen (føddur 1970 í Tórshavn)[1] er ein føroyskur myndamaður. Hann er útbúgvin elektikari og grafiskur prentari, men hevur altíð havt stóran áhuga í myndatøku. Seinastu árini hevur meira ella minni starvast fulla tíð sum myndamaður. Myndir hansara hava verið at sæð í fleiri ymiskum ferðavinnubókum og tíðarritum kring heimin, og hava eisini prýtt føroysk frímerki. Í 2014 útgav hann sína fyrstu myndabók við heitinum 150 impressions from the Faroe Islands.
Bókaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - 150 impressions from the Faroe Islands[2]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Faroephoto.com
- ↑ "Aktuelt.fo, Nýggj bók: 150 myndir ið tala fyri seg, Skrivað hevur: Snorri Brend, 27. mai 2014.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-14. https://web.archive.org/web/20140814125135/http://aktuelt.fo/150+vakrar+myndir+id+tala+fyri+seg.html. Heintað 2014-06-04.