Ódnin Noru (2022)
Sera hørð tropisk ódn (JMA scale) | |
---|---|
Bólkur 5 super ódn (SSHWS) | |
Ódnin Noru tá hon var harðast, eystanfyri Filipsoyggjar hin 24. september | |
Tók skap | 21. september 2022 |
Hvarv | 30. september 2022 |
Mesti vindur |
meðal í 10-minuttir: 175 km/h (110 mph) meðal í 1-minutt: 260 km/h (160 mph) |
Lægsta trýst | 940 hPa (mbar); 27.76 inHg |
deyðatilburðir | 38 í alt, 5 horvin |
Skaði | $110 million (2022 US Dollarar) |
Rakt øki | |
Partur av Ódnir í Kirrahavinum í 2022 |
Typhoon Noru, eisini kent sum Typhoon Karding, Super Typhoon Noru var ein tropisk super ódn, sum gjørdi stóran skaða, serliga á landbúnaðin, í fleiri londum í Asia, m.a. í Tailandi, Vjetnam og Filipsoyggjum. Ódnin mentist frá 21. september 2022 og vardi til 30. september 2022. Ódnin byrjaði sum eitt sera lágt lágtrýst í Filipinska havinum og ferðaðist síðan eystureftir. Ódnin var harðast, stutt áðrenn hon rakti land, tá hon hevði eina vindmegi á 110 m/s. Super-ódnin rakti Polillo-oyggjarnar hin 26. september 2022 kl. 15:30 lokala tíð. Fimm tímar seinni rakti hon tað størri oynna Luzon, og var tá minka nakað í vindmegi. Tá ódnin ferðaðist yvir Suður-kinesiska havið mentist hon aftur og fekk vindmegi á 100 m/s tá hon rakti Da Nang í Vjetnam.
Deyð og horvin
[rætta | rætta wikitekst]Í minsta lagi 38 fólk doyðu av ódnini og fimm fólk vóru ikki funnin aftur.
Øki | Deyðsføll | Horvin | Ref. |
Filipsoyggjar | 12 | 5 | [1] |
Vjetnam | 9 | 0 | |
Kambodja | 16 | 0 | |
Tailand | 1 | 0 | |
Tilsamans | 38 | 5 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Situational Report No. 7 for Tropical Storm Karding (Report). National Disaster Risk Reduction and Management Council. October 3, 2022. Archived from the original on October 3, 2022.