Íslendsku jólavættrarnar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Síða við keldutørvi!
Her í greinini mangla ein ella fleiri eftirfarandi keldur.

Íslendsku Jólavættrarnar (íslendskt: Íslensku jólasveinarnir‎) eru vættrar av trøllaslagi, ið upprunaliga vóru nýttir at ræða børn í døgunum fyri jól. Foreldur teirra eru Grýla (Gívur) og Leppalúði (Leppadólgur), og húsdjór teirra er Jólakötturinn (Jólakøtturin). Upprunaliga høvdu teir onki til felags við altjóða jólamannin, ið er síðskeggjutur, í reyðum klæðum, og gevur børnum gávur. Í 20.øld runnu teir við tíðini saman við altjóða jólamanninum, og eru í dag ikki tey somu trøllini, ið teir upprunaliga vóru.