Jump to content

Írland (oyggj)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fylgisveinamynd av Írlandi, tikin av einum NASA-fylgisveini 4. januar 2003. Skotland, Isle of Man, Wales og ein partur av Útsynningsonglandi síggjast eystanfyri.
Írland, liggur í ein útnyrðing frá Kontinentaleuropa við Stóra Bretlandi eystanfyri.

ÍrlandÍrsk Éire; Ulster Skotskt: Airlann) er aftan á Stóra Bretland og Ísland triðstørsta oyggj í Europa.

Politiskt er oyggin býtt sundur í Lýðveldið Írland, ið er ein suverenur statur, sum umfatar fimm sættapartar av oynni, og Norðurírland, ið umfatar tann sættapartin av oynni, sum er í landnorðri, og sum er partur av Stóra Bretland.

Írland verður eisini nevnt "Grøna oyggin" av nógva, grøna grasinum, sum veksur væl í lýggja og slavna veðurlagnum. Lendið er óføra gott beiti til neyt og seyð; og mjólkarvørur og kjøt eru ímillum týdningarmestu útflutningsvørurnar í einum landi, har landbúnaðurin altíð hevur verið høvuðsvinna. Vakra náttúran, helst stórsligna vesturstrondin, hevur gjørt Írland, Lýðveldið Írland og Norðurírland, til væl umtókt ferðamannaland.


Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið