World of Warcraft

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

World of Warcraft er eitt telduspæl, sum fyrigongur online á ambætarum. Har hittast fleiri milliónir fólk. Fleiri kennast heilt væl og fylgjast í ættum (klanum).

World of Warcraft hevur verið ein sonn peningamaskina hjá felagnum Blizzard. Yvir 10 milliónir brúkarar gjalda fyri at vera við í hesum spæli, sum verður spælt umvegis alnetið.

Tað skuldi upprunaliga vera ókeypis, men so varð ikki. T.e., at tey einans skuldu keypa fløguna, og so var frítt at spæla á alnetinum. Eftir kanningum á marknaðinum kom Blizzard fram til, at tað ikki loysti seg fíggjarliga at lata brúkarar spæla ókeypis.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið