Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fólkaflytingatíðin
Fólkaflytingatíðin

Fólkaflytingatíðin er tíðarskeiðið millum 300 e.Kr. og 900 e.Kr. Stórar fólkaflytingar vóru í Evropa hesa tíðina, tískil navnið. Helst eru fólkaflytingarnar byrjaðar av, at ættbólkurin húnir gjørdu innrás í germansk landaøki. Húnir trokaðu germanar undan sær og germanar trokaðu keltar undan sær. Fólkatalsbroytingar og veðurlagsbroytingar hava møguliga eisini havt ávirkan á gongdina. Fólkaflytingin, innrásin av húnum og ófriðurin sum í fólkaflytingatíðini hava sett týðilig spor í germanskan skaldskap. Føroysku Sjúrða kvæðini, íslendsku søgurnar Vølsunga søga og Tíðriks søga, týska Nibelungenlied og angulsaksiska Bjovulfs drapa (á nútíðarenskum: Beowulf) greiða øll frá hendingum, sum fóru fram í fólkaflytingatíðini og frá innrásini hjá húnum. Karlamagnus livdi eisini í fólkaflytingatíðini, sum føroyskt kvæði eisini eru um. Karlamagnus førdi harðligt kríggj m.a. ímóti heidnum germanskum ættbólkum, sum hann vildi kristna.