Valencia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flaggið hjá Valencia
Kort av Spania har Valencia er merkt

Valencia (spanskt: Comunidad Valenciana, katalónskt Comunitat Valenciana) er ein landspartur í Eysturspania. Høvuðsstaður er Valencia og aðrir stórir býir er Alicante, Torrevieja og Elx. Landsparturin fevnir um 23,255 ferkilometrar og hevur 4 806 908 íbúgvar (2005). Almennu málini eru tvey í tali, spanskt og katalónskt. Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Valencia, og nógvir føroyingar hava hoyrt um ella enntá verið á Costa Blanca. Í Valencia er bygdur ein nýggjur býarpartur við bygningum til vísindi og mentan. Politikararnir og tey, sum gera býarskipanir, vóna, at hesin nýggi býarparturin skal draga ferðafólk at sær, umframt fyritøkur og handilsfólk.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]