Vakshattar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Vakshattarnir (frøðiheiti - Hygrocybe) eru soppar ið vaksa á graslendi. Flestu vakshattarnir eru gulir, appilsingulir ella reyðir, men einstakir eru, sum eru ljóst viólubláir á liti, grønir, brúnir, gráir ella hvítir. Vakshattar vaksa á lendi, har ið teir verða mettir at liva av at niðurbróta deyðar plantulutir. Teir eru hattsoppar við flíggi undir hattinum. Vanliga er hatturin úr 1 og upp í 10 cm breiður. Tú sært mun á sløgunum, hyggur tú at liti og skapi teirra, men tú kanst eisini hyggja at, um teir eru turrir ella fitikendir, hálir, flusutir ella trevsutir.

Vakshattarnir eru uppi í teimum hattsoppasløgunum her í Føroyum, sum flest sløg eru av. Vit vita um 29 sløg, tað er um leið helvtin av teimum sløgunum, sum vit vita um í Evropa. Tey sløgini, ið resta í her á landi, eru júst sovorðin, sum eru tengd at skógarumhvørvi ella sum dáma betur kálkalendi ella líggjari kringumstøður.

Vakshattar seta stór krøv til vakstrarstaðið. Flestu sløgini eru næstan bara at finna á heldur turrum, óveltum graslendi, har ið eingi handilstøð verða nýtt og har ið trø ella runnar ikki fáa breitt seg, tí etið verður av lendinum. Nógva staðni í Evropa minkar hetta slagið av náttúruøkjum, sostatt gongur eisini aftur á hondina við vakshattum. Avleiðingin av hesum er hon, at ikki so fáir vakshattar eru at finna á teimum sonevndu reyðu listunum, t.e. á yvirlitunum, sum londini hvørt sær gera yvir teir soppar, tey óttast fyri kanska fara at verða týndir.

Í Føroyum eru stak góðir møguleikar hjá vakshattum at standa seg. Næstan alla staðni etur seyður av haganum, ikki eggja tær brøttu líðirnar heldur nøkrum til at velta upp úr nýggjum ella til at trároyna tær á annan hátt. Sostatt kunnu Føroyar metast sum eitt friðskjól hjá vakshattum, yvirhøvur eisini hjá soppum, plantum og flogkyktum, sum trívast á sovorðnum støðum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]