Usain Bolt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Usain Bolt á Summar-OL 2012

Usain Bolt (føddur 21. august 1986 á Jamaika) verður av nógvum mettur at vera heimsins skjótasti sprintarin (rennari á styttri teinum) nakrantíð.[1][2][3] Hann er í løtuni (2012) heimsins skjótasti rennari á 100 metra, 200 metra og 4 x 100 metra teininum (saman við 3 øðrum). Hann er tann fyrsti sum hevur sligið heimsmet í bæði 100 metrum og 200 metrum hjá monnum. Hann endurvann gull á bæði 100 og 200 metra teininum hjá monnum í renning, og tað førdi til, at hann er tann fyrsta persónurin í søguni sum hevur megnað at endurvinna tvey gull heiðursmerki tvey OL á rað í somu kappingum. Hann er eisini tann persónurin úr Jamaika, sum hevur vunnið flest OL gull heiðursmerki. Á OL í London vann hann eisini gull í 4 x 100 metrar renning hjá monnum, og harumframt settu teir eisini heimsmet. Tá hann rann 200 metrar á OL eydnaðist tað trimum jamaikanarum at vinna øll trý heiðursmerkini, Bolt vann gull, Yohan Blake fekk silvur og Warren Weir fekk bronsu, bara amerikumenn høvdu klárað tað fyrr, at vinna øll trý heiðursmerkini á OL í somu kapping. Bolt vann heimsmeistarakappingina í 2011 á teinunum 100 metrar, 200 metrar og 4 x 100 metrar stafett.

Bestu tíðir og met[rætta | rætta wikitekst]

Kapping Tíð (sekund) Vøllur Dagur Met Viðmerkingar
100 metrar 9,58 Berlin, Týskland 16. august 2009 Heimsmet Hann hevur eisini næstskjótastu tíðina (9.63) og býtir triðskjótastu tíðina á 9,69 við Tyson Gay. Boltsa tíð á 9,63 var olympiskt met hin 5. august 2012.
150 metrar 14,35 Manchester, Stóra Bretland 17. mai 2009 Heimsins besta tíð (teinur er ikki ein teinur við almennum heimsmetum) Hann renn seinastu 100 m í tíðini 8,70, sum er skjótasta tíð nakrantíð á einum 100 metra teini. Tað svarar til at hann hevur runnið við einari meðal ferð á 41,38 km/h.
200 metrar 19,19 Berlin, Týskland 20. august 2009 Heimsmet Hann eigur eisini olympiska metið á 19,30, sum tá (2008) var nýtt heimsmet.
300 metrar 30,97 Ostrava, Kekkia 27. mai 2010 Hetta er næstskjótasta tíð, eftir Michael Johnsonsa tíð á 30,85 sekund.
400 metrar 45,28 Kingston, Jamaika 5. mai 2007
4 × 100 metrar stafett 36,84 London, Ongland 11. august 2012 Heimsmet Saman við Yohan Blake, Michael Frater and Nesta Carter.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. tampabay.com, Usain Bolt leaves no doubt he is the fastest person ever
  2. Dailynews.lk, Lightning Bolt strikes London 2012
  3. "Usain Bolt Striking His Famous Pose After Winning Gold At The Olympics". http://www.businessinsider.com/usain-bolt-olympics-gold-2012-8. Heintað 2012-08-12. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið