Ungmannafelagið Samband

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Búmerkið hjá Ungmannafelagnum Samband

Endamálið[rætta | rætta wikitekst]

Ungmannafelagið Samband, tó í dagligari talu "Unga Samband," er ungmannafelag Sambandsfloksins. Ungmannafelagið er grundað á somu grundvirði, eins og móðurflokkurin, tó er ungmannafelagið politiskt óheft av móðuflokkinum. Ungmannafelagið er umboðað í starvsnevndini og landsnevndini hjá Sambandsflokkinum, og er hetta við tí í hyggju, at sjónarmið ungdómsins eru við til at mynda tann politikkin, ið førdur verður í flokkinum. Hetta er beinleiðis í tráð við endamálsorðingina, ið stendur í viðtøkum felagsins:

"Endamálið hjá Ungmannafelagnum Samband er at fáa sambandssinnaðan ungdóm at gerast ein virkin partur av politikki Sambandsfloksins"[1]


Politikkurin[rætta | rætta wikitekst]

Ungmannafelagið Samband ynskir eins og Sambandsflokkurin at virka fyri einum sterkum ríkisfelagsskapi, har støðugt verður miðja eftir at menna og nútímansgera samstarvið landanna millum í ríkisfelagsskapinum. Eins og móðurflokkurin, so er Ungmannafelagið Samband grundað á somu politisku sosial-liberalu grundvirði, har politiska visjónin er:

"Politiska visjónin hjá Sambandsflokkinum skal tryggja, at allir borgarar í landinum fáa tær tænastu og ta hjálp teimum tørvar og gerast nøgdir borgarar. Harafturat skal vinnan fáa greiðar og mennandi karmar at virka undir"[2]


Ungmannafelagið Samband er limur í Nordens Liberale Ungdom (NLU), ið er ein felagsskapur fyri liberalu ungmannafeløgini í Norðanlondum.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Hóast Sambandsflokkurin er millum elstu flokkar í Føroyum, stovnað í 1906, so varð stig ikki tikið til at seta á stovn eitt ungmannafelag hjá flokkinum, áðrenn ein arbeiðsbólkur varð settur tann 4. oktober 1979. Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum sá dagsins ljós á einum fundi á Hotel Hafnia í Tórshavn tann 16. januar 1980, og gjørdist Snorri Haldórsson fyrsti formaður felagsins.

Upplýsingar um Ungmannafelagið Samband
Formaður Alvi Jespersen
Móðurflokkur Sambandsflokkkurin.
Politisk hugsjón Sosial-liberalisma
Høvuðsskrivstova Áarvegur 2, Tórshavn

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin í 2022 er hendan:

  • Alvi Jespersen, formaður
  • Rasmus Son Mørkøre, næstformaður
  • Elmar í Frammistovu, kassameistari
  • Malena Gleðisheygg Joensen, skrivari
  • Birgir Ferjá Heldarskarð, nevndarlimur
  • Anna Lovisa Falkenberg, tiltakslimur
  • Linnéa Lindenskov Petersen, tiltakslimur
  • Petur Hansen, tiltakslimur
  • Petur Frank Jákupsson Holm, tiltakslimur


Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Viðtøkur fyri Unga Samband
  2. "Politisk visjón". http://www.samband.fo/Default.aspx?ID=17446.