Ung fyri Miðflokkin
Ung fyri Miðflokkin (UfM) er eitt politiskt ungmannafelag, ið virkar undir Miðflokkinum.
Ungmannafelagið varð fyrstu ferð stovnað, einferð um túsundáraskiftið, og hevur síðani verið meiri og minni virkið.
5. oktober 2010 varð felagið endurstovnað, eftir at hava verið óvirkið í eitt styttri tíðarskeið.
UfM hevur eitt samstarv við móðurflokkinum, og sæst hetta millum annað aftur, í at ungmannafelagið hevur havt fleiri valevnir uppstillaði til bæði løgtings- og kommunuval.
Felagið er í dag virki umvegis facebook, har tey hvørja viku leggja út politiskt tilfar. Eisini luttekur ungmannafelagið í tí almenna orðaskiftinum m.a. við at luttaka í kjakfundum o.t.
UfM fylgir eina kristindemokratiskari ideologi og fylgir tí politisku linjuni hjá móðurflokkinum. Hjartamál hjá ungmannafelagnum eru m.a.: hjúnabandslógin, fosturtøka, rúsdrekkapolitikkur, heilsupolitikkur, familjumál og neyð/menningarhjálp.
Formenn
[rætta | rætta wikitekst]- Hallur av Rana (2010-2012)
- Dánjal Mouritsson Joensen (2012-2013)
- Aksel Berg (2013-2015; 2018-)
- Jón Steintún (2015-2016)
- Rúni Steintún (2016-2018)