Jump to content

Tvøroyrar Hornorkestur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tvøroyrar Hornorkestur spælir á Jóansøku í Vági 2010.

Tvøroyrar Hornorkestur er eitt føroyskt hornorkestur av Tvøroyri. Tvøroyrar Hornorkestur varð stovnað í 1978. Ein av teimum, sum var við til at stovna hornorkestrið, var Hugh Watkins.[1] Tvøroyrar Hornorkestur hevur hornblásarar úr allari oynni. Í apríl 2008 var 30-ára dagurin hátíðarhildin á Seglloftinum á Tvøroyri,[2] og árliga Musikkstevnan varð eisini hildin í høllini í Trongisvági um somu tíð.

  1. Portal.fo, Tvøroyrar Hornorkestur á konsertferð[deyð leinkja]
  2. "Myndagoymsla.tfthomsen.com, Tvøroyrar Hornorkestur 30-ára jubileum.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-12-26. https://web.archive.org/web/20081226181710/http://myndagoymsla.tfthomsen.com/#0.11. Heintað 2011-01-04. 

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]