Tsitsi Dangarembga

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tsitsi Dangarembga

Tsitsi Dangarembga (fødd 1959) er ein simbabviskur rithøvundur og filmsleikstjóri. Foreldur hennara lósu í Onglandi, og tí er hon uppvaksin har. Í Simbabvi gekk hon fyrst á missionsskúla í Mutare. Hon hevur lisið medisin við universitetið í Cambridge, men gavst við at lesa og vendi heimaftur til Simbabvi beint áðrenn landið gjørdist sjálvstøðug í 1980. Meðan hon las sálarfrøði við universitetið í Harare, luttók hon í einum dramabólki. Hon metti tó, at tað ikki vóru nakrir sjónleikir í hóskaðu til leiklutir til svørt fólk, og tí fór hon sjálv í holt við at skriva og skrivaði skjótt tríggjar sjónleikir.

Fyrsta skaldsøga hennara, sum á svenskum eitur Rotlös, fekk upprunaheitið Nervous Conditions eftir einum sitati av Sartre í fororðunum til bókina hjá Frantz Fanon við svenska heitinum Jordens fördömda: "The status of the 'native' is a nervous condition". Dangarembga bjóðaði bókina til eitt bókaforlag í Simbabvi, men tey noktaðu at útgeva bókina, og so endaði tað við, at bókin fyrst varð givin út í London. Eitt høvuðs tema í skaldsøguni er hvussu ein kvinna skal uppnáa frælsi uttan at svíkja sín uppruna og missa sínar røtur.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur á enskum[rætta | rætta wikitekst]

  • The Letter, 1985.
  • She No Longer Weeps, 1987.
  • Nervous Conditions, 1988; Ayebia Clarke, 2004.
  • The Book of Not: A Sequel to Nervous Conditions, Ayebia Clarke, 2006.

Bøkur umsettar til svenskt[rætta | rætta wikitekst]

Rotlös: skaldsøga um eina svarta gentu, sum veksur upp í Afrika, 1990 (Nervous Conditions 1988)

Filmar[rætta | rætta wikitekst]

  • Everyone's Child, 1996
  • Kare Kare Zvako, (stuttfilmur), 2004

Keldur[rætta | rætta wikitekst]