Trygging

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Trygging er ein skipan, sum skal skapa eina fíggjarliga trygd móti vandum og óvissum, sum kunnu henda øllum. Eingin kann kenna allar teir vandar, ið raka kunnu hin einstaka. Til ber at tryggja seg móti einum ella øllum.

Trygging er tí í sínum uppruna ein skipan, har fleiri einstaklingar, sum eru útsettir fyri sama vanda, taka seg saman í bólk til tess at tryggja missin, ið ein ella fleiri av hesum einstaklingunum kann vera út fyri.

Trygging er ein elligomul skipan. Handilsmenn í Babylon høvdu tryggingar longu millum ár 4000 og 3000 f. Kr.

Heimsins elsta varðveitta lógsavn "Hammurapis Lóg" frá umleið ár 2000 f. Kr. hevur reglur um trygging av kamelfylgjum um oyðimerkurnar.

Í dag eru tað serliga privat feløg, ið taka sær av at bjóða sínum kundum tryggingar. Í Føroyum er best kendu tryggingarfeløgini Tryggingarfelagið Føroyar, Trygd og Føroya Lívstrygging.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið