Tollakur Tórhallsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tollakur Tórhallsson

Tollakur Tórhallsson (íslendskt: Þorlákur helgi Þórhallsson), íslendskur bispur, føddur á Líðarenda í Íslandi í 1133, og doyði ár 1193 tann 23. desember, ið eftir hann er nevndur Tollaksmessudagur.

Tollakur var settur í skúla, og longu 15 ára gamal, varð hann diakonur. 19 ára gamal varð hann prestvígdur og í tíðarskeiðinum 1153 til 1159 las hann í París og Lincholn í Onglandi. Í hesari studentatíðini, varð Tollakur sterkt ávirkaður av augustinsku kirkjutuktini, sum m.a. umfataði cølibat fyri kirkjumenn.

Tá Tollakur kom heimaftur til Íslands, varð hann settur sum prestur og rektari við kirkjuna í Kirkjubæri, og seinni gjørdist hann abbati í augustinarakleystrinum í Þykkvibæri.

Tann 3. februar í 1178, varð Tollakur vígdur til bisp. Hann fór beinanvegin undir at reformera íslendsku kirkjuna, stuðlaður av Eyðsteini, erkabiskupi í Niðarósa. Hann yvirtók tær privatu kirkjurnar, bannaði prestum at gifta seg og royndi at steðga handlinum við kirkjuligum embætum Broytingarnar eydnaðust ikki heilt, og Tollakur gjørdist í staðin óvinur við flestu íslendsku høvdingarnar.

Longu stutta tíð eftir at hann var deyður, varð Tollakur mettur sum heilagur, og í 1199 lýsti íslendska altingið hann sum halgimenni. Hann varð ongantíð kanoniseraður av pávasetrinum, menn í 1985 staðfesti Jóhannes Páll II pávi, altingsviðtøkuna og lýsti Tollak sum verndarhalgimenni Íslands. Tollakur er einasta katólska halgimenni, ið er halgaður av einum tingi. Eftir hvat sigst, skulu leivdir av Tollaki liggja í halgiskríninum í Kirkjubømúrinum.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]